- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv tóku ímóti nýggju Vón
Nógv tóku ímóti nýggju Vón
Nýggi bjargingarbáturin hjá Eiðis bjargingarfelag avloysir 12 ára gomlu Vón
17.08.2021 - 16:15
Eiðis bjargingarfelag hevur fingið nýggjan bjargingarbát fyri Vón, sum felagið fekk fyri 12 árum síðani.
Nýggja Vón er smíðað í Írlandi, og hon royndist væl á ferðini til Føroya.
Seinnapartin í gjár varð skipað fyri móttøku á Eiði fyri nýggja bjargingarbátinum.
Formaðurin í Eiðis bjargingarfelag, Poul Johannus Ellingsgaard, sigur, at hóast fleiri bjargingarbátar eru í landinum, hevur felagið tørv á nýggjum báti.
Sí innslag, sum Jens Jákup Hansen gjørdi, tá móttøkan var á Eiði í gjár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV