- Tíðindi, mentan og ítróttur
96 ára gamla Maria á Heygum svam fyri drotningini
96 ára gamla Maria á Heygum svam fyri drotningini
Video: Maria á Heygum leyp á sjógv, tá Margretha drotning vitjaði Heimið á Grønanesi í Vestmanna
17.07.2021 - 16:53
Maria á Heygum hevur svomið dagliga á sjónum, men seinastu tíðina hevur verið longri millum túrarnar á sjónum. Maria á Heygum hevur tó vant fleiri ferðir seinastu vikuna undan vitjani hjá Margrethu drotning í Vestmanna.
Margretha drotning og Maria á Heygum, ið hevur verið sjósvimjari síðani 1961, høvdu eina løtu saman á Heiminum á Grønanesi, áðrenn Maria lat seg í svimjuklæðini og leyp á sjógv.
Maria á Heygum er kend sum sjósvimjari, og tí var einki meira nátúrligt, enn at Maria á Heygum svam á sjónum, nú drotningin kom á vitjan, halda tey á Heiminum á Grønanesi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV