Sungu Fagra Blóma fyri drotningini

Sungu Fagra Blóma fyri drotningini
Video: Nógv fólk vóru komin saman at syngja fyri Margrethu drotning á Hotel Magenta í Miðvági. Drotningin vitjaði hotellið fyri fyrstu ferð síðani 1959.
17.07.2021 - 23:37

Í 1959 vitjaði Margretha drotning í Miðvági saman við foreldrum og systkjum. Tey veittraðu til bygdafólkið á svalanum á hotellinum. 62 ár seinni vitjaði drotningin sama staðið.

Regin Poulsen, ið var níggju ára gamal í 1959, vinkaði til drotningina tá, og hann vinkaði aftur til hana í kvøld. 

Sunneva Jacobsen handaði í 1959 Ingrid drotning eitt blómutyssi. 

Bjarni Prior, borgarstjóri, helt talan vera um eitt sera væleydnað tiltøk, og helt eisini at drotningin var rørd av sanginum. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155