- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ælabogin í evropeiskum fótbólti
Ælabogin í evropeiskum fótbólti
Týski málmaðurin, Manuel Neuer, hevur valt at hava ælabogalitt liðskiparaband á arminum í samband við EM kappingina. Kjak hevur eisini verið í Føroyum um alabogar í fótbólti
24.06.2021 - 19:34
Vit hava bjóðað bæði aðalskrivaranum og forsetanum í Fótbóltssambandi Føroya í sjónvarpsstovuna í kvøld, tí vit ynsku at spyrja teir hvat nýtt er í málinum um ælabogalittu liðskiparabondini her í Føroyum. Men hvørki Virgar Hvidbro, aðalskrivari, ella Christian Andreasen, forseti, vildu viðmerkja hetta í dag.
Eisini hava vit spurt okkum fyri í føroyska fótbóltsheiminum, men heldur ikki har ynskti nakar at viðmerkja málið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV