- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frá kunngerð til kommunala loysn
Frá kunngerð til kommunala loysn
Tað kemur eingin nýggj kunngerð í gildi um at basa óljóði frá skipum sum liggja við bryggju - Í øllum førum ikki fyribils.
22.06.2021 - 20:22
Upprunaliga skuldi ein kunngerð, sum ásetir mest loyvda larm frá skipum, koma í gildi 1. juli. Men nú vil Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, lata kommunurnar royna at loysa trupulleikan sjálvar.
Landsstýrismaðurin og Kommunufelagið eru samd um leistin. Ætlanin er, at einstøku kommunurnar samtykkja eina standardreglugerð fyri kommunalar havnir. Í eini royndartíð til 1. november í ár skulu myndugleikarnir finna eitt markvirði fyri ljóðdálking, sum allir partar í samfelagnum kunnu taka undir við.
Í royndartíðini verða ljóðmátingar gjørdar við skipini, í nærumhvørvinum og inni á privatum ognum. Sambært UVMR hava umboð fyri myndugleikar, vinnuna og felagsskapir sum Heimafrið møguleika fyri at vera við og eygleiða, tá ið mátingar verða gjørdar. Eftir royndartíðina verða markvirðini ásett og alment fráboðað.
Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu & næstformaður í Kommunufelagnum og Trina Eysturoy, forkvinna í Heimafriði, vitjaðu sjónvarpsstovuna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV