- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pedagogfelagið: Nøkur undantøk verða givin
Pedagogfelagið: Nøkur undantøk verða givin
Jógvan Philbrow sigur, at tað er ikki óhugsandi, at verkfallið verður hert í komandi viku.
11.06.2021 - 19:29
Mánamorgunin verða hurðarnar stongdar í vøggustovum, barnagørðum og dagstovnum.
Limir í Pedagogfelagnum, sum starvast á kommunalum dagstovum, frítíðarskúlum, ungdómshúsum, stovnum og fyriskipanum undir Almannaverkinum, fara í verkfall.
Og tað fara pedagogar, sum arbeiða í forskúlum, frískúlum, fólkaskúlum og sjálvognarstovnum.
Nøkur undantøk verða givin, men tey verða møguliga tikin aftur í komandi viku.
Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, vitjaði sjónvarpsstovuna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV