- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pedagogfelagið lýsir nýtt 24 tíma verkfall
Pedagogfelagið lýsir nýtt 24 tíma verkfall
Mánadagin fara limir í Pedagogfelagum, sum arbeiða í fólkaskúlum, forskúlum og frískúlum, í 24-tíma verkfall.
04.06.2021 - 19:38
Pedagogfelagið lýsir í kvøld nýtt 24-tíma verkfall at koma í gildi mánamorgunin. Hesaferð eru tað limirnir í Pedagogfelagnum, sum arbeiða í fólkaskúlum, forskúlum og frískúlum, ið leggja arbeiðið niður. fara í 24-tíma verkfall.
Hetta verður triðja 24-tíma verkfall hjá Pedagogfelagnum. Í gjár vóru starvsfólkini á vøggustovunum kring landið í verkfalli, og í dag hava starvsfólkini á vardu verkstøðunum verið í verkfalli.
Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, vitjaði í sjónvarpsstovuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV