- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søguliga høg makrelkvota
Makrelfiskiskapurin verður 42 prosent hægri í ár, enn mett verður burðardygt at fiska. Tað er avleiðingin, nú londini í Norðuratlantshavi ikki semjast um fiskiskapin og í staðin áseta sær sínar egnu kvotur. Føroyska makrelkvotan verður heili 167.000 tons, sum er tað mesta nakrantíð.
Í desember í fjør var mest loyvd veiða, MLV, ásett til 852.000 tons. Men tá avtornar verða fiskað 350.000 tons afturat.
Fiskast skulu 1,2 milliónir tons av makreli í ár. Býtið millum londini verður hetta:
- Bretland: 26,08%, svarandi til 222.288 tons
- ES: 23,24%, svarandi til 198.063 tons
- Norra: 35%, svarandi til 298.299 tons
- Føroyar: 19,6%, svarandi til 167.048 tons
- Grønland: 7,04%, svarandi til 60.000 tons
- Ísland: 16,5%, svarandi til 140.627 tons
- Russland: 14,3%, svarandi til 120.423 tons
Prosentparturin er í mun til mest loyvdu veiðuna, MLV, á 852.284 tons, sum mett varð burðardygt at fiska í eini felags semju í desember fjør.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur, vóru gestir í sjónvarpsstovuni.