- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verkfall á veg
Tað ber ikki til at koma við einum uppskoti til semju, sum í stóran mun tekur støði í upprunakrøvunum, eftir samráðingar í eitt hálvt ár og drúgva seming millum partarnar.
Tað siga Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í felags svari til Pedagogfelagið.
Eftir at Pedagogfelagið 21. mai vrakaði eitt semingsuppskot frá Semingsstovninum, sendi felagið Arbeiðsgevarunume eitt uppskot um semju.
– Uppskotið er í stóran mun ein endurtøka av upprunakrøvunum hjá felagnum, og ikki nakað, sum vit kunnu arbeiða víðari við, siga Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, sum í staðin halda seg til semingsuppskotið, sum Semingsstovnurin legði fyri partarnar og arbeiðsgevararnir góðtóku.
– Í løtuni er somikið langt millum partarnar, at vit síggja onga loysn í eygsjón, siga arbeiðsgevararnir, sum tí staðfesta, at tað stendur í botni í samráðingunum.
Sáttmálin hjá Pedagogfelagnum fór úr gildi 1. oktober í fjør.
Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, er gestur í sjónvarpsstovuni.