- Tíðindi, mentan og ítróttur
Olga Kristina bar ælabogalitta liðskiparabandið
Liðskiparin hjá Betrideildarliðnum hjá B36, Olga Kristina Hansen, bar ælabogalitta liðskiparabandið í dysti móti AB/B71 sunnudagin, hóast boð vóru komin frá Fótbóltssambandið Føroya um, at hetta var brot á fótbóltslógina.
- Vit valdu at bera bandið, áðrenn kappingin byrjaði, heilt einfalt fyri at vísa á, at vit virða øll menniskju, sigur Olga Kristina Hansen.
- Hjá okkum snýr tað seg heldur ikki bara um LGBT.
Royndi miðvallarin heldur ikki, at málið er rætt handfarið av Fótbóltssambandinum.
- Eg skilji tað ikki heilt. Vit høvdu heldur ikki ímyndað okkum, at hetta var ein trupulleiki, tá UEFA og onnur fótbóltssambond mæla til sovorði, sigur Olga Kristina Hansen
Mikudagin í síðstu viku sendi FSF skriv til føroysku fótbóltsfeløgini, har gjørt varð vart við, at ítróttarútgerð í samband við dyst 'skal ikki hava politisk, átrúnaðarlig ella politisk herróp, boð ella myndir'.
Hetta varð gjørt eftir at dómarabólkurin hjá FSF hevði fingið ein fyrispurning, sum snúði seg um, hvørt tað var í lagi, at ein dómari brúkti ælabogalitt skøvningsbond.
Mánakvøldið var fundur millum FSF og føroysku fótbóltsfeløgini, og har var avgjørt at viðgera málið meir.