Fyrsta løtan móti Eysturríki skal endurtakast

Fyrsta løtan móti Eysturríki skal endurtakast
Fyrsti hálvi tímin móti Eysturríki skal endurtakast, sigur liðskiparin á føroyska landsliðnum, og ringastu feilirnir skulu lúkast burtur
30.03.2021 - 19:57

Tað sá gott út fyrsta hálva tíman í dystinum móti Eysturríki. 

Sonni Ragnar Nattestad skallaði Føroyar framum, og miðverjin var eisini nær við at økja til 2-0, áðrenn Eysturríki skeyt trý mál síðsta korterið í fyrra hálvleiki.

Í kvøld skulu Føroyar spæla ímóti Skotlandi á Hampden Park, og liðskiparin á føroyska landsliðnum, Hallur Hansson, sigur, at góða byrjanin móti Skotlandi skla endurtakast, og ringastu feilirnir skulu lúkast burtur.

 - Teir fyrstu 30 minuttirnir móti Eysturríki, um vit kunnu halda fast í eini slíkari gongd eitt sindur longur, sigur Hallur Hansson.

 - Liðini, sum eru ring at skora ímóti standa seg betur, so vit mugu gevast at geva býtt mál burtur, serliga upp á deyðbóltar, har vit eiga at vera sterkir.

Væntar eina líka dystargongd sum móti Eysturríki

Skotland hevur fingið tvey stig í tveimum teimum fyrstu dystunum hjá sær móti Eysturríki og Ísrael, og eru undir trýsti undan dystinum móti Føroyum. 

Hjálparvenjarin hjá føroyska landsliðnum, Eli Hentze, væntar, at leikgongdin í dystinum á Hampden Park fer at líkjast henni ímóti eysturríkarum.

 -  Tað er sannlíkt, at skotar fara at hava bóltin eitt vet meir, enn vit fara at hava, men tað skal eingin ivi vera um, at vit eisini fara at bjóða av á mótstøðuhálvuni, sigur Eli Hentze.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275