Jóan Símun: Skiftir helst felag í summar

Jóan Símun: Skiftir helst felag í summar
Føroyski landsliðsframherjin, Jóan Símun Edmundsson, skiftir helst úr Arminia Bielefeld í summar, men einki ítøkiligt liggur á borðinum enn
25.03.2021 - 13:01

Nógv bendir á, at Arminia Bielefeld ikki verður yndisfelagið hjá føroyingum nógv longri afturat.

Sáttmálin hjá mær gongur út í summar, so tá verður tað helst okkurt annað, sigur Jóan Símun Edmundsson undan landsdystinum ímóti Moldova í kvøld.

Jóan Símun Edmundsson, arbeiðir hart í Arminia, men viðgongur, at støðan er einki serlig í løtuni.

Hon er tann, at eg ikki spæli, og eg má bara virða, at venjarin velur aðrar frammum meg og royna at gera mítt ítasta til hvørja venjing, sigur framherjin, sum ikki hevur spælt stórvegis í fleiri mánaðir.

Tað sær nokkso svart út, um eg skal vera heilt erligur, men tað snýr seg bara um at gera mítt allarbesta, og so vóna, at eg fái nakrar minuttir afturat, sigur Jóan Símun Edmundsson.

Toftamaðurin gleðir seg at spæla landsdyst aftur, og heldur, at tað ber til at fáa eitt gott úrslit móti Moldova í kvøld.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212