Petur Knudsen: vil prógva sítt virði

Petur Knudsen: vil prógva sítt virði
Søgur hava gingið um, at Petur Knudsen er á veg uttanlands at spæla, men hann er enn í NSÍ og savnar seg um tað og landsliðsuppgávuna fyri framman
23.03.2021 - 17:13

Petur Knudsen er við á A-landsliðnum fyri fyrstu ferð. 

Og tað er upp á tíðina, halda helst fleiri, tí NSÍ-framherjin hevur verið millum bestu spælararnar í føroysku kappingini síðstu árini.

Í fjør varð hann valdur til ársins spælara, og á U21-landsliðnum skeyt hann trý mál í seks dystum. Men U21 er ein farin tíð - nú spælir runavíkingurin millum stóru dreingirnar.

 - Eg haldi, at eg havi víst, bæði í landskappingini og á U21, at eg havi okkurt at bjóða í álopspartinum, sum onkur annar kanska ikki hevur, sigur Petur Knudsen.

 - Tað ætli eg at vísa og fáa so nógvar minuttir, sum eg kann.

Savnar seg um NSÍ og landsliðið

Í síðstuni hevur ljóðað, at Petur Knudsen var á veg úr NSÍ og uttanlands at spæla fótbólt. 

Men enn spælir Petur Knudsen við Løkin í Runavík, og hóast hann ikki dylir fyri, at hann hevur ætlanir um at royna seg aðrastaðni, savnar hann seg nú um uppgávuna í NSÍ og ikki minst teir tríggjar landsdystirnar móti Moldova, Eysturríki og Skottlandi. 

 - Framvegis eri eg í NSÍ. Eg havi altíð havt ætlanir um at fara uttanlands at spæla, men sum nú er, eri eg í NSÍ, og einki annað er komið upp á pláss, sigur Petur Knudsen.

 - So tað er tað, eg savni meg um, og nú eg eri til landsliðssamling, so er tað, eg hugsi um og ikki nakað annað.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881