Heini Zacariassen keypt seg inn í føroyskt whisky

Heini Zacariassen keypt seg inn í føroyskt whisky
Maðurin aftanfyri heimskendu vín-appina Vivino, hevur keypt seg inn í føroyska felagið Faer Isles, sum skal gera bæði whisky og ginn
19.03.2021 - 19:41

Seinastu dagarnir hava verið hendingaríkir hjá fólkunum handan whisky-verkætlanina Faer Isles. 

Avtala er gjørd um at byrja framleiðsluna av ginni í einum vinnubygningi í Vestmanna. Hetta inn til bygningarnir, sum skulu byggjast norðan fyri Kvívík, eru klárir. Hópfígggingin er byrjað og fleiri enn 460 partaeigarar úr 19 ymiskum londum hava keypt fyri fýra milliónir krónur. Og so keypti heimskendi íverksetarin Heini Zachariassen seg inn í Faer Isles.

Heini var við at stovna heimskendu vín-appina Vivino, sum so seint sum í februar fekk eina milliarda íspræning í felagið, tá svenska íløgufelagið Kennevik setti eina hálva milliard krónur í Vivino, umframt at onnur feløg eisini settu pengar í.

Men nú er tað so maðurin í Vivino, sum setur pengar í føroyska felagið, sum hann sær sum eina spennandi langtíðar íløgu, sum kann breiðka grundarlagið undir føroyska búskapinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049