- Tíðindi, mentan og ítróttur
Listin skal brúkast sum partur av undirvísingini
Listin skal brúkast sum partur av undirvísingini
List kann gera tað lættari at skilja Pythagoras, heldur Astri Luihn, sum hevur listprýtt skúlan við Streymin
05.03.2021 - 12:30
Astri Luihn treivst ongantíð í skúlanum.
Traumaið frá skúlaárunum hevur hon brúkt til nakað positivt, tá hon listprýddi nýggjan skúlan við Streymin.
Næmingurin skal kenna seg væl innandura. Næmingurin skal kunna brúka listina at læra seg at telja og at duga geometri.
Bókasøvnini skulu vera eitt gott stað at sita í.
Skúlin við Streymin lat upp í fjør heyst; men tað er ikki fyrrenn nú, at listprýðingin er endaliga liðug.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV