Vár og Kristian fingu HM-heiðursmerki

Vár og Kristian fingu HM-heiðursmerki
Eftir góðar róðrar og spennandi endaspurtir endaðu Vár Guriardóttir Hansen og Kristian Linklett Mortansson á hvør sínum heiðursmerkjaplássi
01.03.2021 - 17:56

Eftir ein miseydnaðan róður á 2000 metra teininum fyri U23-kvinnur, hevði Vár Guriardóttir Hansen okkurt at prógva, tá 500 meturin var á skránni leygardagin. Og tað gjørdi hon eisini.

Róðurin var javnur, og Vár lá á 3. ella 4. plássi fyri tað mesta, Men í allar seinastu tøkunum, hálaði hon seg upp á 2. plássið.

 - Eg lá nummar fýra, og so kom eg upp á triðja plássið teir síðstu metrarnar, men tá eg steðgaði fór eg upp á 2. plássið, sigur Vár Guriardóttir Hansen.

Tíðin upp á 1.32,9 er persónligt met.

Kristian Linklett Mortansson, sum róði 500 metrar í U23-bólkinum, hevði staðið seg væl í undankappingunum, og tí hevði hann vónir um eitt 5. pláss.

Men eingin orsøk var hjá honum at vera lítillátaður, vísti tað seg. Hann endaði á triðja plássi.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791