- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skjótt eingin fastur kommunulækni
Skjótt eingin fastur kommunulækni
Tørvurin á kommunulæknum er stórur kring alt landið, men ringast stendur til í Suðuroynni. 1. mars er ongin fastur lækni í oynni
18.02.2021 - 19:54
Trýstið á kommunulæknan í Suðuroynni er ov stórt, og tí fer Dorrit Bech Joensen í farloyvi 1. mars, og tá er eingin fastur kommunulækni í oynni.
Landsstýrismaðurin sigur, at hann fer í fíggjarlógarsamráðingunum fyri næsta ár at royna at fáa fleiri kommunulæknaviðtalur kring landið, úr 34 upp í 37. Tað fer at kosta umleið 15 milliónir.
Fleiri útbúgvingarstørv skulu gerast til yngru læknarnar, sum vilja sleppa framat kommunulæknastørvunum. Tað sigur formaðurin í læknafelagnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV