- Tíðindi, mentan og ítróttur
Upptakt: TB skal skjóta fleiri mál
Verjan er stóra styrkin hjá TB. Í hinum endanum sær verri út. Í fjør skeyt liðið av Tvøroyri bert 20 mál í 27 landskappingardystum. Eingin í deildini skoraði færri.
Álopsknúturin skal loysast, sigur Michael Winther, sum fer undir annað árið sum venjari, og hann vónar at fáa hjálp frá nýggju spælarunum.
– Heilt greitt. Vit skoraði ov fá mál, og tí fingu vit eisini ov fá stig, sigur Michael Winther.
– Vit hava broytt spæliháttin eitt sindur. Og so vóni eg, at teir spælarar, sum vit hava keypt, koma við sínum íkasti, leggur týskarin afturat.
Fleiri spælarar eru komnir
Fleiri spælarar eru komnir til TB í vetur. Millum annað framherjin Maxwell Asare Bediako og álopskendi miðvallarin, Bassijan Kastrati, sum er komin úr Strømmen IF.
Liðskiparin, Dánjal Godtfred, vónar, nú, at stóri trupulleikin í fjør, ikki verður ein trupulleiki í ár.
– Nógvir av teimum nýggju eru øgiliga spennandi. Maxwell er øgiliga eksplosivur, og eg vænti, at hann fer at gera stóran mun har frammi, sigur Dánjal Godtfred.
– Og so er Bessijan øgiliga sterkur tekniskt og væl fyri í álopsspælinum.
Vilja meir enn at yvirliva
Um verjan stendur eins væl, og álopið batnar, er sannlíkt at fleiri stig spyrjast burturúr.
– Útgangsstøðið er at verða verandi í deildini, sigur Michael Winther.
– Tá tað er sagt, er tað ikki nóg gott at verða í niðurflytingarvanda heilt til tey síðstu umførini.
Spælararnir eru ikki eins varnir.
– Eg vóni, at vit enda millum fimm tey bestu. Tað er málið, sigur Bessijan Kastrati.
– Sætta pláss er minimum, sigur liðskiparin.