- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grøna orkan steðgað upp
Grøna orkan steðgað upp
Januar hevur verið tann kaldasti í 25 ár, og tað sæst aftur hjá SEV. Áir og vøtn eru fryst, vindur er at kalla eingin, og tí er oljan álitið
05.02.2021 - 19:38
Nú Føroyar liggja hvítar, er orkuframleiðslan vorðin svørt.
El-framleiðslan hjá SEV úr grønum orkukeldum er steðgað fullkomiliga upp. Januar í ár hevur verið tann kaldasti januar í 26 ár, og tað gongur út yvir serliga el-framleiðsluna úr vatni.
Av tí at einki vatn rennur í Eiðisvatn, so hevur SEV gjørt av at sløkkja fyri el-framleiðsluni úr vatninum.
Tað loysir seg ikki at tøma meira úr Eiðisvatni, tá tað ikki rennur meira í vatnið, sigur Heri Mortensen, framleiðslustjóri í SEV.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV