- Tíðindi, mentan og ítróttur
Teknar og skrivar um tað, hann droymir (upplivir?)
Teknar og skrivar um tað, hann droymir (upplivir?)
Tummas Jákup Thomsen skrivar science fiction bók um løgnu dreymarnar, hann hevur skrivað niður. Nakrir snúgva seg um rúmdarverur og um framtíðina.
05.02.2021 - 11:45
Hvat gert tú, tá tú vaknar við køldum dreymi, sum er so greiður, at tú ivast í, um tað er dreymur ella veruleiki?
Tú kanst leggja teg aftur og gloyma droymin.
Tú kanst eisini gera sum Tummas Jákup Thomsen og skriva dreymarnar niður fyri síðani at leggja teir saman í eina science fiction bók,
Tummas Jákup Thomsen droymir løgnar dreymar. Onkuntíð sanndreymar. Onkuntíð óhugnaligar dreymar. Um ókendar verur og um framtíðina. Hann kallar dreymarnar fyri superdreymar.
Sí alla sendingina Lyst 36
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV