- Tíðindi, mentan og ítróttur
Steypakapping: Hulda Meliora og Lyra vóru best
Hulda Meliora hjá Havnar Fimleikafelag og Lyra hjá Ljósinum vunnu steypakappingina í estetiskum fimleiki, sum var á Hálsi í Havn um vikuskiftið.
Hulda Meliora vann hjá kvinnum og Lyra vann hjá unglingum. Eisini varð kappast hjá gentum, smágentum og pinkum.
Seinna steypakappingin verður eftir ætlan í Bylgjuni í Runavík 6. mars.
Úrslit:
Pinkur:
1. Libra hjá Ljósinum við 12,05
2. Urða hjá Støkk við 10, 49
3. Nora hjá HF við 10,02
Smágentur:
1. Mira hjá HF við 15,50
2. Svalan hjá Støkk við 13,87
3. Ara hjá Ljóstinum við 12,73
Gentur:
1. Rósan hjá Støkk við 15,65
2. Vela hjá Ljósinum við 15,42
3. Bjalla hjá HF við 15,12
Unglingar:
1. Lyra hjá Ljósinum við 15,41
2. Hulda Junior hjá HF við 13,97
Kvinnur:
1. Hulda Meliora hjá HF við 14,82
2. Hulda hjá HF við 14,65