- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hon hevur rist posan við listarverkum í
Hon hevur rist posan við listarverkum í
Fasta framsýningin á Listasavninum er broytt. Fleiri verk eru sloppin við, og Mikines og Ingálvur hava mist sítt tempul
29.01.2021 - 09:47
Karina Lykke Grand, nýggjur stjóri í Listasavninum, hevur sett sítt fingramerki.
Tá korona herjaði í fjør vár, nýtti hon og starvsfólkini høvið at taka øll listarverk á føstu framsýningini niður av vegginum, taka øll verkini í savninum í kjallaranum fram og finna øll verkini, sum eru útlánd aðrastaðni.
Síðani blandaði hon kortini av nýggjum.
Úrslitið er til at eyðsýnt. Fleiri enn hundrað verk fleiri eru sloppin við, fleiri kvinnur er slopnar við og logikkurin koyrir eftir tema heldur enn eftir sjálvum listarfólkinum eina.
Tað merkir millum annað, at Mikines og Ingálvur av Reyni hava mist sítt mauseleum og ístaðin mugu deila veggjapláss við onnur listarfólk.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV