- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrst ríkið - so heimurin
Bestu føroysku amboðsfimleikararnir teljast nú millum teir bestu í ríkinum. Tað staðfestu DM-kappingar í amboðsfimleiki fyrr í november.
Tveir av íðkarunum, sum gera vart við seg í løtuni, eru Astrið Nanly Breckmann og Rani Allansson Dalskarð.
Í DM í amboðsfimleiki fyri lið seinasta vikuskifti var Astrið Breckmann besti íðkarin samanlagt, meðan Rani Dalskarð var bestur í einstøkum greinum.
Eisini fingu tey góð úrslit í DM fyri einstaklingar fyrst í mánaðinum.
Astrið Breckmann vann liðkappingina saman við danska liðnum, KG66, meðan Rani Dalskarð tók lut saman við føroyskum gestaliði.
Framgongdin kemur ikki av ongum. Astrið hevur tikið eitt ár úr kalendaranum, og venur eins og Rani umleið 25 tímar um vikuna.