- Tíðindi, mentan og ítróttur
Billard skal vera fyri øll
Skálarfjarðar Billardfelag kallast nýggi kvisturin á føroyska billiard bulinum.
Skálarfjarðar Billardfelag skipaði fyri almennari móttøku, í nýggju venjingarhølunum, sum eru í kjallarinum í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum.
Skálafjarðar billardfelag var í roynd og veru stovnað í fjør, men hevur nústaðni fingið høli at húsast í. Og málið er at menna eitt felag, sum er fyri øll.
Í løtuni eru 10 limir í felagnum, men ætlanin er at fáa so nógvar limir sum gjørligt í øllum aldri og skipað fyri undirvísing.
Eisini borgarstjórin í Runavíkar kommunu fegnast um nýggju ítróttargreinina, sum er komin til kommununa.
Eitt fjøltáttað útboð av ítróttartilboðum er ein av grundarsúlunum undir trivnaðinum í einari kommunu.
Umframt at vera eitt felag fyri øll, so ætlar Skálarfjarðar billardfelag sær eisini at bjóða av ítróttarliga.