ÍSB broytti samfelagið

ÍSB broytti samfelagið
ÍSB, nú Parasport Føroyar, hevur bæði slóðað fyri ítróttarliga og broytt samfelagið. Tað halda nøkur av teimum, sum hava myndað ÍSB.
02.11.2020 - 16:49

Langt áðrenn fótbóltslandsliðið vann á Eysturríki í Landskrona, Pál Joensen vann EM silvur í svimjing, og Sverri Sandberg Nielsen gjørdist evropameistari í rógving, so settu parasport-luttakararnir Føroyar á altjóða ítróttarheimskortið. 

Føroysku luttakararnir vunnu HM- og OL-heiðursmerkir undir føroyskum flaggi, og fríggjadagin varð 40 ára stovningardagurin av Ítróttarsambandi teirra brekaðu, sum nú eitur Parasport Føroyar, hátíðarhildin á Panorama á Hotel Hafnia í Havn. 

Og nógv av teimum, sum løgdu lunnar undir ÍSB í 1980, vóru har.  Jógvan "Egga" Jensen, sum hevur verið formaður í ÍSB og Parasport Føroyum øll 40 árini. Jón á Steig, lækni, sum eisini sat í fyrstu nevndini hjá ÍSB. Jóhan Samuelsen og Katrin Johansen, sum nú eitur Dagbjartsdóttir til eftirnavn. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519