- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vinnulívið skal hjálpa SEV
Leiðslan í SEV vil hava privatu vinnuna at vera við til at byggja eina stóra vindmyllulund eystan fyri Nólsoynna. Stjórin í SEV ræðist ikki kravið um avkast frá privatu fyritøkunum.
Fyri fimm árum síðani vann SEV umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum. Hetta var fyri ætlanina um, at øll el-framleiðsla í Føroyum skuldi gerast grøn í 2030.
Tá - í 2015 framleiddi SEV 60 prosent av streyminum úr varandi orkukeldum og hini 40 prosentini úr olju. Nú, fimm ár seini, er myndin vend á høvdið. Nú framleiðis SEV 60 prosent av streyminum úr olju og bara 40 prosent úr varandi orkukeldum. Tað vil siga, at grøna framleiðslan er tann sama, sum hon var fyri umleið 10 árum síðani.
Hetta kemst av, at el-nýtslan í Føroyum er økt munandi seinastu árini.
Ymsu útbyggingarætlanirnar - serliga vindmylluverkætlanirnar - seinastu árini eru bæði seinkaðar og minkaðar í vavi orsakað av kærum og øðrum líknandi viðurskiftum. Tí skal SEV skunda sær, um málið um grøna orku í 2030 skal røkkast.