- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dátueftirlitið kannar parkeringsskipanina
Dátueftirlitið kannar parkeringsskipanina
Tað undrar Dátueftirlitið, at upplýsingar um tey, sum parkera við Vága Floghavn, verða lagdar á blik fyri almenninginum
21.07.2020 - 19:38
Dátueftirlitið undrast á parkeringsskipanina í Vágum, og er nu farið at kannað málið nærri. At viðgera persónupplýsingar á hendan hátt krevur bæði heimild og samtykki frá brúkarunum, sigur stjórin í Dátueftirlitinum.
Regin I. Jacobsen, stjóri í Vága Floghavn, var ikki tøkur til samrøðu í dag. Men hann sigur í viðmerking, at tey hava vent sær til Dátueftirlitið við málinum, umframt at tey nú hava broytt skipanina, so tað ikki ber til at eyðmerkja persónar í bilunum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV