Koronakanningar ókeypis allan juli

bannari
Koronakanningar ókeypis allan juli
Heimild er ikki at krevja pengar frá ferðafólki, og tí rindar landskassin fyri koronakanningarnar við landamørkini allan juli
02.07.2020 - 19:54

Fyribilsskipanin, sum er galdandi við landamørkini til og við fríggjadagin 10. juli, verður longd. Tvungna kanningin fyri korona verður ókeypis fyri tey ferðandi til og við 31. juli.

– So mugu vit fara at síggja, hvør loysn tá verður vald, sigur Kaj Leo Holm Johanesen.

Landsstýrismaðurin ásannar, at í løtuni er eingin lógarheimild at krevja gjalda frá øllum ferðandi fyri hesa tvungnu kanning, og tí má landskassin gjalda.

– Ein meting sigur, at tað kostar tvær milliónir krónur um vikuna, og teir pengarnar má eg útvega mær, møguliga við fíggjarnevndarskjali, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV