Brúkar heimildina, um stýrið tekur undir við tí

Brúkar heimildina, um stýrið tekur undir við tí
Tingfólk, bæði í samgongu og andstøðu, høvdu nógvar viðmerkingar til røðuna hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um at leingja hjálparpakka 1
15.06.2020 - 16:44

Heimildin at leingja hjálparpakka 1, t.e. ískoytisskipanina í ALS, verður bara brúkt, um ALS-stýrið tekur undir við tí.

Tað gjørdi Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, greitt í tinginum í dag.

Undir orðaskiftinum vildu fleiri tingfólk hava at vita, um Helgi Abrahamsen tekur undir við sínum egna uppskoti.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum segði, at hann var ikki so heitur fyri at leggja uppskotið fram, men fleiri samgongufólk vildu hava hann at gera tað.

Tingfólk, bæði samgongu og andstøðu, gjørdu viðmerkingar til røðuna hjá Helga Abrahamsen, og vildu hava hann at siga, um hann fer at brúka heimildina, sum hann hevur skotið upp at fáa.

Sí brot úr tinginum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371