Strandaðir í fjarskotnum londum

bannari
Strandaðir í fjarskotnum londum
Jens Heri Bolsted Mortensen og Harald Dam skuldu mynstra av tangaskipinum Dan Sabia um miðjan mars, men enn eru teir umborð
25.05.2020 - 19:31

Jens Heri Bolsted Mortensen og Harald Dam sleppa ikki av tangaskipinum Dan Sabia. Og teir eru ikki teir einastu. Conrad Gaard Joensen, sum er maskinmeistari umborð á tangaskipainum Laprouse hjá DS Norden, skuldi av skipinum eftir átta vikur, men hevur nú verið umborð í 19 vikur.

Jens Heri Bolsted Mortensen og Harald Dam skuldu verið heima um miðjan mars, og nú vit skriva 25. mai, er framvegis óvist, nær teir sleppa heimaftur.

Tað eru fleiri føroyingar í hesari støðuni. Mærsk upplýsir fyri Kringvarpinum í dag, at fleiri av føroysku starvsfólkum teirra eru í somu støðu, tó at Mærsk ikki vil upplýsa, hvussu nógvar føroyingar talan er um. 

Síðst í innslagnum er samrøða við Dánjal Jákup Meinertsson, formann í Antares, sum er áhugafelagið hjá føroyingum í sigling uttanlands.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497