- Tíðindi, mentan og ítróttur
Friðingarmyndugleikar kanna gøtuna í lundalandi
Friðingarmyndugleikar kanna gøtuna í lundalandi
Gøtan í Lamba í Mykinesi verður gjørd uttan loyvi frá friðingarmyndugleikunum og ávirkar náttúruna og órógvar fuglin í lundalandinum
25.05.2020 - 19:46
Yvirfriðingarnevndin hevur biðið lokala friðingarmyndugleikan í Vágum kanna málið í Lamba í Mykinesi, har ein gøta verður bygd gjøgnum lundalandið, tí byggingin krevur loyvi.
– Umhvørvið í Lamba er friðað og krevur tí loyvi frá myndugleikunum, sigur Henrik Møller, formaður í Yvirfriðingarnevndini, sum hevur biðið lokalu friðingarmyndugleikarnar í Vágum um at kanna málið nærri.
Mykines er eitt av trimum Ramsarøkjum í Føroyum, og kemst tað av nógva sjófuglinum, ið livir har.
Síðst í innslagnum er samrøða við Suna Petersen, sum er deildarleiðari á Umhvørvisstovuni og limur í Ramsarnevndini fyri Mykines.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV