- Tíðindi, mentan og ítróttur
Havnin tók FM við stórsigri á Sandavági
Havnin tók FM við stórsigri á Sandavági
Havnar Telvingarfelag vann 3½ - ½ á Sandavágs Talvfelag á Giljanesi og tryggjaði sær samstundis føroyameistaraheitið
24.05.2020 - 22:39
Havnar Telvingarfelag tryggjaði sær føroyameistaraheitið við stórsigri á verandi meistarunum úr Sandavági. Dysturin endaði 3½ - ½.
HT var kroyst undan síðsta umfari og skuldi vinna minst 3-1, um tað skuldi eydnast at gerast meistari.
14 ára gamal í høvuðsleikluti
Bert 14 ára gamli Luitjen Akselsson Apol úr HT møtti roynda Torkili Nielsen hjá vágamonnum á 4. borði, og evnaríki unglingin sveik ikki álitið.
Hann vann sannførandi, og tað gjørdi Olaf Berg eisini móti Silasi Thorsteinsson á triðja borði. Helgi Dam Ziska fekk remis móti Høgna Egilstoft Nielsen á 1. borði, og Martin Poulsen avgjørdi, tá hann koppaði Rógva Egilstoft Nielsen á 2. borði.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV