- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fagnaðurin fevnir allar íðkarar
Støkk vann fimleikafagnaðin, sum var í Norðulandshúsinum í Havn um vikuskiftið.
Uppgávan hjá teimum fimm luttakandi feløgunum var at tulka evni, 'kongaríkið' og vísa úrslitið - og breiddina í felagnum - við rørslum, ljósi, tónleiki og ikki minst hugflogi.
Hetta er seytjandu ferð, at fagnaðurin er á skránni, og breið semja er um, at tiltakið er so nógv annað enn ein kapping.
- Her skulu øll sleppa við, eisini tey, sum ikki eru elitufimleikarar, sigur Jenny Petersen, sum hevur verið dómari til fagnaðin fleiri ferðir.
- Hann samlar alt felagið, og tað er gott fyri felagsskapin, sigur Gunn Reginsdóttir Hermansen, forkvinna í Fimleikasambandinum og samskipari.
Fimm feløg og 400 íðkarar tóku lut í fimleikafagnaðinum í ár.