- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mæla til at gera brimverju
Mæla til at gera brimverju
Peningur má játtast til at gera brimverju í Kirkjubø og bakkaverjur í Hvalba og á Sandi, verður sagt í uppriti til Mentamálaráðið
18.12.2019 - 07:06
Neyðugt er at játta fýra milliónir krónur komandi tvey-trý árini, so brimverjur kunnu gerast framman fyri fornminni, sum eru í vanda fyri at fara í havið.
Talan er um Sóknarkirkjuna í Kirkjubø og tey fornminni, ið har eru, og bakkaverjur á Sondum heima á Sandi og á Bønhúsfløtu í Nesi í Hvalba. Tað verður sagt í einum uppriti til Mentamálaráðið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV