- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tveir risar í fiskivinnuni ósamdir
Tveir risar í fiskivinnuni ósamdir
Næraberg og Norðborg kunnu ikki sammetast, sigur Hanus Hansen. Pól Huus Sólstein sigur hinvegin, at skipini eru fult samanberilig í svartkjaftaveiði
05.12.2019 - 19:58
Er tað rundfrystur fiskur á Nærabergi og Norðborg? Tað er spurningurin, sum skilur Hanus Hansen, reiðara á Nærabergi, og Pól Huus Sólstein, stjóra á North Pelagic, sum selur fiskin hjá Norðborg.
Hanus Hansen sigur, at svartkjafturin hjá Norðborg verður virkaður á ymiskan hátt og tí kann hann ikki samanberast við svartkjaftin á Nærabergi, tí har kann fiskurin einans frystast.
Tað passar ikki, sigur Pól Huus Sólstein, tí hann sigur, at fiskurin á Norðborg í allarstørstan mun er frystur á sama hátt sum á Nærabergi. Tann parturin av svartkjaftaveiðuni, sum verður framleiddur á annan hátt, er í so lítlum nøgdum, at tað sæst ikki aftur í prísinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV