Samráðingar standa í botni

bannari
Samráðingar standa í botni
Ósemja er millum Sambandsflokkin og Fólkaflokkin um, hvør skal umsita fiskivinnumál, og samráðingarnar um samgongu standa í botni
12.09.2019 - 19:58

Seint seinnapartin gav Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, Bárði á Steig Nielsen, samráðingarleiðara, freist til klokkan 9:30 í morginárini at boða frá, um nøkur samgonga verður millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin.

Aftrat ósemjuni um hvør flokkur skal umsita fiskivinnumál, skal Miðflokkurin hava kravt, at fáa tveir landsstýrismenn, men tað skulu hinir báðir flokkarnir hava víst aftur.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, hevur, sum sagt, givið Bárði á Steig Nielsen, samráðingarleiðara, freist til klokkan 9:30 í morgin at boða sær frá um støðuna.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946