- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gitte Henning 1 komin til landið
Gitte Henning 1 komin til landið
Nýggjasta uppsjóvarskipið í flotanum kom til landið seinnapartin. Gitte Henning 1 kemur í flotan fyri Trónd í Gøtu, sum hevur maskinskaða
03.09.2019 - 19:41
Ætlanin hjá Varðanum var fyrst at leiga størsta skipið í danska fiskiflotanum, uppsjóarskipið Gitte Henning, fyri Trónd í Gøtu, sum hevur maskinskaða.
Men fyri at fáa flutt fiskiloyvini yvir á Gitte Henning noyddist Varðin at keypa skipið fyri 295 milliónir krónur. Talan er um eitt nýggjari og størri skip enn Trónd í Gøtu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV