- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mæla frá skattalættum
Mæla frá skattalættum
Búskapurin er undir stórum trýsti, og tí eiga vit ikki at geva skattalættar nú. Tað sigur Búskaparráðið, sum í dag legði sína Heystfrágreiðing fram
02.09.2019 - 19:29
Tað bleiv lovað nógv undir valstríðnum - skattalættar og meira til okkara eldru borgarar. Men hesum mælir Búskaparráðið frá.
Í staðin fyri at geva skattalættar, eiga vit at spara meira upp og goyma til tá tíðirnar vera verri, enn tær eru nú. Tí, sum Búskaparráðið sigur, um vit geva skattalættar nú, tá tíðirnar eru so góðar, ístaðin fyri at leggja til síðis, vera konjuktursveiggini størri.
Og hetta merkir, at góðu tíðirnar vera enn betri, meðan ringu tíðirnar enn verri. Búskaparráðið mælir ístaðin til, at vit spara pening saman nú tíðirnar eru góðar - peningur, sum kann koma verri tíðunum til góðar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV