- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyribils hendir onki
Fyribils hendir onki
Bakkafrost hevur framíhjárætt, men óvist er, um tey kunnu krevja hummaramenn burtur úr økinum í Haraldsundi.
27.06.2019 - 19:31
Bakkafrost hevur framíhjárætt til aliøkið í Harlandssundi, men hinvegin er ikki nóg greitt, um Bakkafrost kann krevja, at hummarafiskarnir skulu av økinum.
Úrskurður var gjørdur í Fútarættinum í dag, í trætuni millum hummaramennirnar og Bakkafrost.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlit við kunngerðini um rakstur av alibrúkum og at hon verður fylgd. Tey hava millum annað heimild at krevja, at ásetingarnar um fiskarí og veiðu á aliøkinum verða hildnar.
Christian Andreasen, advokatur hjá Bakkafrosti, sigur við Kringvarpið í dag, at hann hevur heitt á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at taka málið til viðgerðar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV