- Tíðindi, mentan og ítróttur
TB víðari til fjórðingsfinalurnar
TB víðari til fjórðingsfinalurnar
TB vann grannauppgerðina ímóti FC Suðuroy, og hevur tí spælt seg víðari í fjórðingsfinalurnar
11.04.2019 - 10:59
Við 2-1 sigri á FC Suðuroy hevur TB tryggjað sær pláss millum tey síðstu átta feløgini í kappingini um Løgmanssteypið.
Dánjal Godtfred legði TB á odda 1-0, tá 9 minuttir vóru farnir, og tá seinni hálvleikur var 19 minuttir gamal økti Nikolei Johannesen til 2-0.
Flottasta málið í dystinum átti Dávid Lisberg hjá FC Suðuroy, tá hann við einum heilfluktara minkaði til 1-2, tá 66. minuttir vóru farnir.
Lutakastið um fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verður í Degi og viku í kvøld.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV