- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil heldur brúka peningin til umvælingar
Vil heldur brúka peningin til umvælingar
Løgtingið hevur samtykt at játta Strandferðsluni tvær milliónir til at lækka ferðaseðlaprísin, men játtanin røkkur ikki langt, sigur Hilmar Eliasen
27.12.2018 - 20:11
Tvær milliónir krónur eru settar av lækka ferðaseðlaprísin hjá Strandfaraskipum Landsins.
- Hetta er ein politisk raðfesting, og peningurin røkkur ikki langt, sigur Hilmar Eliansen, strandferðslustjóri.
Slapp hann at ráða einsamallur, varð peningurin heldur brúktur til viðlíkahald, sigur strandferðslustjórin.
Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, viðgongur, at tvær milliónir røkka ikki langt, men endamálið er, at prísurin skal lækka á øllum farleiðum hjá Strandferðsluni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV