- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroysk list er høgt í metum hjá Bruun Rasmussen
Føroysk list er høgt í metum hjá Bruun Rasmussen
Fleiri føroysk stórverk hava verið undir hamaran hesi 70 árini, ið Bruun Rasmussen hevur selt málningar á uppboði.
23.11.2018 - 20:00
Mikines, av Reyni og Heinesen.
Hesi trý nøvnini hava mangan verið nevnd, tá hamarin hjá Bruun Rasmussen er fallin.
- Vit hava siðvenju at selja føroyska list, sigur Niels Bo-Hauggaard, metingarfólk hjá Bruun Rasmussen.
So er eisini í næstu viku, tá ein serlig uppboðssøla verður hildin í samband við at fyritøkan fyllir 70 ár.
Pláss er fyri fleiri Mikines-málningum, meðan William Heinesen og Ingálvur av Reyni hava fingið hvør sín málning við.
Men tað eru ikki einans hesir tríggir, ið Bruun Rasmussen hevur áhuga í at selja.
- Har er ein bólkur - eini 10-15 listarfólk - sum vit javnan hava til sølu her, sigur metingarmaðurin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV