- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eitt álvarsamt jólaævintýr
Eitt álvarsamt jólaævintýr
Jólaleikurin í Tjóðpallinum er álvarsamur og ikki fyri smærri børn, sigur leikstjórin.
03.11.2018 - 09:30
Jólaleikir plaga at snúgva seg um jólamenn, rísingreyt og kulørtar perur.
Jólaleikurin í Tjóðpallinum í ár snýr seg um alt annað enn tað.
- Søgan er álvarsom og um munin millum rík og fátøk, sigur Hans Tórgarð, ið leikstjórnar Eitt Jólaævintýr.
Álvarsemið í leikinum, sum byggir á bókina hjá Charles Dickens, avspeglast eisini á pallinum, sum ikki er beinleiðis gjørdur soleiðis jólahugnaligur - hinvegin verður farið aftur til tað einfalda.
- Ofta er tað so, at tá tað verður ov stórt og pompøst, so missur tú hugskotið, hvat søgan snýr seg um, úr eygsjón, sigur Hans Tórgarð.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV