- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðveita gamla kanón
Varðveita gamla kanón
Síðan seinna heimsbardaga hevur gamla hermannaøkið á Nesi staðið órørt. Nú er ætlanin at varðveita økið. Og byrjað verður við stóru kanónini.
31.08.2018 - 20:01
Hon vardi fólk og stað undir krígnum - gamla kanónin á Nesi. Nú, 73 ár seinni, stendur hon í einsemi og peikar út á Skálafjørðin.
Saman við øðrum er Alfred Olsen farin undir at gera økið á Nesi, har hermenn hildu til undir seinna heimsbardaga, til eitt krígssavn.
Fyrsta ítøkiliga uppgávan, verður at seta gott 100 ára gomlu kanónina í stand.
Upprunaliga var eitt hálvtak á staðnum, har kanónin stóð, og tað skal eisini uppaftur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV