- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil skifta kyn á pappírinum
Vil skifta kyn á pappírinum
Løgtingið skal nú taka støðu til, um tvørkynd skulu sleppa at skifta kyn løgfrøðiliga, sum tey kunnu í eitt nú Danmark.
30.08.2018 - 20:07
Uttanflokkatingkvinnan Sonja Jógvansdóttir hevur lagt uppskot fyri tingið um, at tvørkynd kunnu fáa nýtt p-tal, sum samsvarar við kynsliga samleikan hjá viðkomandi.
Eisini skulu tey sleppa at broyta navn, pass og onnur samleikaprógv.
Uppskotið um at broyta lógina um løgfrøðiligt kynsskiftið kemur væntandi fyri á næsta tingfundi, sum er 10. september.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV