- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppboðssølan skal broytast
Verandi uppboðssøluskipan leggur upp til ójavna kapping.
Tað heldur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal.
- Tí skal hon broytast, sigur hann.
Teir verandi keyptu
Meira ella minni somu virkandi, sum frammanundan vóru í fiskivinnuni, keyptu rættindini, ið vórðu boðin út á uppboðssølu í ár.
Tilsamans vórðu góð 117 túsund tons seld á uppboði í ár og av teimum keypti Næraberg ein slakan triðing og Varðin ein fjórðing.
Ætlanin var annars, at uppboðssølan skuldi verða eitt høvi hjá nýggjum aktørum at sleppa framat fiskatilfeinginum.
- Tað hevur ikki riggað í nóg stóran mun, ásannar landsstýrismaðurin.
Samgongan ætlar nú at gera broytingar, ið skulu verða teimum til fyrimunar, ið ikki hava eginkvotur frammanundan.