- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lata fyrsta almenna skotið av
Lata fyrsta almenna skotið av
Hósdagin klokkan 14.00 verður fyrsta skotið latið av, í sambandi við Sandoyartunlinum.
19.06.2018 - 19:42
Skotið verður latið av í Traðardali heima á Sandi, og tað verður løgtingsformaðurin Páll á Reynatúgvu, sum fer at skjóta fyrsta skotið.
Men arbeiðið at bora tunnilin byrjar ikki enn - tað eru fyrireikingarnar sum byrja nú. Sjálv boringin byrjar, tá Eysturoyartunnilin er boraður ígjøgnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV