- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava kært Føroya Tele
Hava kært Føroya Tele
Eitt nýtt telefonfelag roynir at sleppa inn á netið hjá Føroya Tele, men tað hevur ikki eydnast
09.01.2018 - 20:12
Í meira enn hálvt annað ár hava Tummas við Skipa og íverksetarar arbeitt við eini ætlan um nýtt telefonfelag, sum skal hava bíligari prísir.
Men tað hevur ikki eydnast at gera avtalu við Føroya Tele um at sleppa inn á netið hjá teimum.
Teir hava tí kært Føroya Tele til Fjarskiftiseftirlitið fyri at misnýta sína ráðandi støðu á marknaðinum.
Dagur og Vika ætlaði at gera samrøðu við Jan Ziskasen, stjóra á Føroya Tele, men tað hevur ikki ligið fyri hjá honum, hvørki í dag ella i gjár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV