- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja rætta skeivleikan
Vilja rætta skeivleikan
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hava sett sær fyri at rætta skeivleikan í lønunum hjá Sjúkrarøktarfrøðingunum
07.11.2017 - 19:36
Men tær vilja ikki siga, hvørji ítøkilig krøv tey hava til lønarsamráðingarnar við Fíggjarmálaráðið.
Fíggjarmálaráðið hevur bjóðað Sjúkrarøktarfrøðingunum 1.449 kr. í lønarhækking um mánaðin yvir tvey ár. Men hetta heldur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki vera nøktandi.
Yvirlýsing
11 fakfeløg boða í yvirlýsing í kvøld frá, at tey stuðla sjúkrarøktarfrøðingunum. Feløgini heita á fíggjarmálaráðið um at virða fría samráðingarrættin hjá hvørjum einstøkum felag. Tú kanst lesa alla yvirlýsingina á heimasíðu okkara.
Foto: Gudmund Helmsdal
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV