Rektarin hevur svarað kæru

Rektarin hevur svarað kæru
Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi, hevur svarað kæruni, sum lærarar í Hoydølum sendi Mentamálaráðnum í juni
18.08.2017 - 19:46

23. juni bleiv Bogi Bech Jensen kærdur til Mentamálaráðið. Meira enn helvtin av lærunum í Hoydølum og øðrum skúlum, skrivadu undir kæruna. Orsøkin var, at fólk vóru ónøgd við leiðslustílin hjá rektarinum.

Lærarar finnast millum annað at, at leiðslustílurin ikki er nóg fólkaræðisligur. Til tað svarar rektarin í kærusvarinum, at:

- Á Glasi er tað rektarin sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av øllum, sum gongur fyri seg á stovninum. Sum rektari er tað tí umráðandi fyri meg, at eg kann standa inni fyri øllum, sum gongur fyri seg á Glasi. Grundleggjandi skal viðmerkjast, at tá starvsfólk og áhugabólkar verða hoyrd, so spyr man tey ikki um, hvat man skal gera, men heldur spyr man tey um, hvat tey halda, at man skal gera.

Harafturat finnast lærararnir harðliga at, hvussu Bogi Bech Jensen samskiftir við starvsfólkini. Sambært teimum er hann ráðaríkur og lurtar ikki eftir kritikki. Tey pástanda, at hann ikki vil skipa fyri fundum, har fleiri fólk luttaka samstundis. Til tað svarar Bogi Bech Jensen, at:

-Tað er møguligt, at onkur av starvsfólkunum ikki hava verið á fundi ein-til-ein fyrr og tí halda, at hetta er løgið. Eg meti tó, tað er umráðandi, at leiðarar kenna síni starvsfólk

Bogi Bech Jensen, vildi ikki gera samrøðu við Kringvarpið í dag, men sigur í stuttari viðmerking, at hann tekur kæruna í størsta álvara. 

Mentamálaráðið veit enn ikki at siga, hvørjar avleiðingar kæran fer at fáa. Viðgerðin av kæruni verður helst drúgv, tí lærararnir, ið hava kært rektaran, fáa høvið at svara hoyringarsvarinum hjá rektarinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497